Føroyskt / Færøsk / Faroese Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Eysturoy Føroyar Gisting Kunning Tiltøk Ferðist í egnum landi Um okkum
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Vælkomin til Eysturoy

Eysturoy er - við síni vídd upp á 268 km2 - næststørsta oyggj í Føroyum. Her búgva uml. 11.000 fólk. Við sínum góðu bussambondum bæði í oynni og til hinar partarnar av landinum, kann við røttum sigast, at oyggin er ein miðdepil í Føroyum.

Oyggin bjóðar teim vitjandi eina ørgrynnu av upplivingum, sum røkka frá undurvøkrum landslagi, hugnaligum bygdum, søguligum støðum til framkomnar nýmótans bygdir og býir. Síðst á oynni er landslagið eftir føroyskum viðurskiftum reiðiliga slætt og lætt at ferðast í til gongu. Norðantil er Eysturoyggin brattari við høgum fjøllum. Eitt teirra er Slættaratindur, sum við sínum 882 m er hægsta fjall í Føroyum.

Gisting er møgulig í flest øllum bygdum í Eysturoy. Gistingartilboðini røkka frá hotellum til skótadeplar, tjalding og ból og bita. Tjaldingarpláss og pláss til búvognar er eisini og harafturat finnast matstøð og kaffistovur um alla oynna. Við flestu bygdirnar eru nýggj upplýsingarskeltir sett upp.

Við hesari heimasíðu bjóða kunningarstovurnar teim vitjandi at kunna seg nærri um alt, oyggin eigur at bjóða.

 
Nýtt
23-05-2012
Ítróttardagur í Sandavági
Árligi ítróttardagurin verður í ár hildin í Sandavági mikudagin 23 maj, og vilja vit við hesum bjóða vælkomið til øll, sum ætla at luttaka.


22-05-2012
Lesiringurin á Klaksvíkar bókasavni
Lesiringurin hittist aftur 22. mai kl. 19.30 at tosa um skaldsøguna "Mrs. Dalloway hjá Virginiu Woolf. Skaldsøgan "Mrs. Dalloway" er ein av teim best kendu hjá Virginiu Wollf, og kom út í 1925


19-05-2012
Fyrilestur um Brúdleypið hjá Arnolfini
Til listaáhugað Leygardagin 19. mai kl. 15 heldur Nils Ohrt, savnsleiðari, fyrilestur í atelierinum hjá Edward Fuglø, Jústabrekku 2 í Klaksvík Listasavn Føroya


16-05-2012
Nest 370 Miðvágur
Nýggj cafe opnað í Miðvági. Vit hava sum nú er opið frá kl. 17 - 23 sunnudag til hósdag, og 17-24 Fríggjadag og 17 - 02 Leygardag.


16-05-2012
Knipplingaverkstova við Janu Novak í Klaksvík
Knipplingaverkstova við Janu Novak á Føroya Hondarbeiðsskúlanum í Klaksvík mikudagin, 16. mai Mikudagin, 16. mai, kl. 16 verður høvið at hitta kekkisku listahandverkskvinnuna Janu Novak á Føroya Handarbeiðsskúla í Klaksvík


Eldri tíðindi
Kunningarstovan í Fuglafirði - á Bug - 530 Fuglafjørður - tel +298 23 80 15 - fax +298 44 51 80 - infoey-fpost.olivant.fo
Kunningarstovan í Runavík - Heiðavegur 26 - 600 Saltangará - tel +298 417060 - fax +298 417001 - kunningarstovanrunavik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula