Føroyskt / Færøsk / Faroese Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Um okkum Føroyar Eysturoy Ferðist í egnum landi Kunning Tiltøk
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Vælkomin í Eysturoy

Eysturoy er - við síni vídd upp á 268 km2 - næststørsta oyggj í Føroyum. Her búgva uml. 11.000 fólk. Við sínum góðu bussambondum bæði í oynni og til hinar partarnar av landinum, kann við røttum sigast, at oyggin er ein miðdepil í Føroyum.

Oyggin bjóðar teim vitjandi eina ørgrynnu av upplivingum, sum røkka frá undurvøkrum landslagi, hugnaligum bygdum, søguligum støðum til framkomnar nýmótans bygdir og býir. Síðst á oynni er landslagið eftir føroyskum viðurskiftum reiðiliga slætt og lætt at ferðast í til gongu. Norðantil er Eysturoyggin brattari við høgum fjøllum. Eitt teirra er Slættaratindur, sum við sínum 882 m er hægsta fjall í Føroyum.

Gisting er møgulig í flest øllum bygdum í Eysturoy. Gistingartilboðini røkka frá hotellum til skótadeplar, tjalding og ból og bita. Tjaldingarpláss og pláss til búvognar er eisini og harafturat finnast matstøð og kaffistovur um alla oynna. Við flestu bygdirnar eru nýggj upplýsingarskeltir sett upp.

Við hesari heimasíðu bjóða kunningarstovurnar teim vitjandi at kunna seg nærri um alt, oyggin eigur at bjóða.

 
Nýtt
03-02-2012
Elisabeth Myllhamar er Ársins sandoyingur
Ársins sandoyingur fekk handað blomstur, klokku og ferðaseðil til Danmarkar í summar


31-01-2012
Dansiskeið á Tofta skúla
3. feb. og 4. feb. 2012 er dansiskeið í fimleikahøllini í Tofta skúla. Undirvísari er Anna Kirstin Thomsen


24-01-2012
Matiné í Havnar kirkju
Leygardagin 28. januar kl 11.30 verður matiné í Havnar Kirkja við bólkinum JARNBROT OG SVANGIR SEYÐIR.


25-01-2012
Framsýning í Ribarhúsi
Spennandi framsýning í Ribarhúsi við trimum ymsum listagreinum. Vakið eyga sær, at tað eru serliga smálutirnir í natúrini, sum hava givið listafólkunum íblástur. Komandi leygardag, 28. januar, vera listafólkini, Vera Bjørgvin, Súsanna Martinsdóttir og Hildur Hermansen til steðar á framsýningini frá kl 11:00 til kl 13:00. Framsýningin er opin hvønn dag uttan sunnudag. Mánadag til fríggjadag 15:00 -17:30 og leygardag 11:00 – 13:00. Framsýningin er opin frá 19. januar til 22. februar.


24-01-2012
Dansur á Strondum við LM BAND
LM BAND spælir á Strondum leygarkvøldið 18.februar á føstulávint. Í sambandi við dansikvøldið verður skipað fyri borðhaldi við góðum búffi kl. 20.


Eldri tíðindi
Kunningarstovan í Fuglafirði - á Bug - 530 Fuglafjørður - tel +298 73 77 15 - fax +298 44 51 80 - infoey-fpost.olivant.fo
Kunningarstovan í Runavík - Heiðavegur 26 - 600 Saltangará - tel +298 417060 - fax +298 417001 - kunningarstovanrunavik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media