|
|
|
|
| 07-09-2010 | | Føroyskt tónleika- og mentanartiltak í Berlin | Staðið verður bygt um til eina føroyska oyggj, har fólk kunnu koma inn á gólvið at njóta tónleik, myndlist, filmslist, sniðgeving og føroyskar bókmentir, sum eru týddar til týskt.
Tey vitjandi fáa eisini høvið at smakka føroyskan mat og drekka umframt at kunnað verður um møguleikarnar hjá ferðafólki at vitja Føroyar.
Budam og The Ghost fara at spæla dagliga fyri gestunum. Barbara í Gongini og Guðrun & Guðrun sýna teirra snið fram, eins og fleiri listafólk fara at sýna fram, bæði filmslist og myndlist.
Tiltakið í Berlin verður frá. 8 til 10. september.
| |
|
|
| 05-09-2010 | | Spennandi gongutúrur niðan á Lokkan / Borðoy | Lokkin, 754m, er eisini kendur vegna ta søguligu hending tá eitt flogfar rendi á Lokkan undir 2. heimsbardaga.
Við á túrinum verða avbera góð frásøgufólk.
Farið verður til gongu millum tunnlarnar á Borðoynni.
Túrurin tekur áleið 6 tímar
Torleikastig: miðal/yvirmiðal
Høvið verður eisini at seta sítt navn í eina bók, ið liggur uppi á Lokkanum.
Minnist til at hava matpakka við
Tilmelding neyðug!!!!
Møtt verður á Norðoya Kunningarstovu kl. 10.45.
Kostnaður: kr. 100,- (limir) og kr. 150,- (ikki-limir)
Tilmelding á: Norðoya Kunningarstovu, tel. 456939 ella info@klaksvik.fo |  |
|
|
| 04-09-2010 | | Mentunardagur í Bø | Skrá:
kl. 13:00 Loppumarknaður og mattombola í Skúlanum.
kl. 15:30 Barnarenning øll kunnu luttaka.
kl. 19:30 Ùtileikur verður í Viðurbyrgi,
og sangur við lokalum kreftum,og aftaná verður felagssangur.
Vit enda við føroyskum dansi.
Keypast kunnu vaflir og okkurt drekkandi afturvið, allan dagin. |  |
|
|
| 03-09-2010 | | Holgar Jacobsen í TUTL | Sum heitið á fløguni sipar til, so ætlar Holgar ongan veg at fara, og vil við fløguni staðfesta eina nýggja byrjan.
10. og seinasta lagið á fløguni “tíni eygu” er ogna konu Holgar Nomi, eitt innarligt og vakurt lag sum eisini verður at hoyra í TUTLhandlinum í dag.
Við sær hevur Holgar Jóan Jakku á Bass og Finnur J. Jacobsen á slagverk.
Konsertin sum verður í TUTLhandlinum byrjar kl. 16.30.
Meir um fløguna:
Tónleikarar á fløguni eru
Holgar Jacobsen: sang, el-gittar, akk gittar, dobro
Jóan Jakku Guttesen: bass
Rógvi á Rógvu: trummur, ásláttur
Finnur Hansen: tangentar, harmoniku, floytur, akk gittar og kór
Kór: Malan Thomsen
Orð og løg
Holgar Jacobsen (undantikið Ongan veg - orð: Jóhan Jakku Guttesen)
Lagt til rættis: Finnur, Holgar og Jóan Jakku
Upptøka
Finnur Hansen og Holgar Jacobsen. Upptikið hjá Finnur í Tórshavn og hjá Holgari í Sørvági
Mix: Finnur Hansen
Mastering: Finnur Hansen
Gestatónleikarar
Angelika Nielsen: viola á nr. 3 og 7
Ragnar Finnson: twang gittar á nr. 6
Ólavur Olsen: flugelhorn á nr. 10
Kápumynd: Amariel Norðoy
Fløguhúsi: Regin Davidsen
Kontakt til Holgar: tlf. 214025 | |
|
|
| 02-09-2010 | | Sorella í Miðvági 5 ár. | |  |
|
|
|
|
|
|